Greina átekur sær alt greiningar arbeiði - frá datainnsavnan til lidnar frágreiðingar. Vit gera bæði lítlar og skjótar kanningar, og stórar drúgvar kanningar. Tað serliga við okkum er, at vit arbeiða bæði kvantitativt og kvalitativt. Harafturat leggja vit stóran dent á, at tað er skil í háttalagi og teori tá vit arbeiða.
Tað eru Regin Berg, stjórnmála- og løgfrøðingur, og Tjóðhild Patursson, hagfrøðingur og sosiologur, sum standa fyri Greina.
Tað er í samanrenningini millum hagfrøðina, stjórnmálafrøðina, sosiologiina og løgfrøðina at vit tryggja góðsku og kunnu sameina tað kvantitativa og kvalitativa.
Óansæð hvussu fløkt eitt evni er, so kunnu vit greina fløkjuna uppá ein máta, ið øll skilja.
-
Regin Berg
Regin hevur tað við vitan sum ein labradorur hevur tað við mati. Alt er áhugavert.
Regin er stjórnmálafrøðingur og løgfrøðingur. Regin hevur staðið fyri fleiri greiningum og frágreiðingum farnu 10 árini – oftast eru tað frágreiðingar og gransking í sambandi við almenna arbeiðsmarknaðin, men Regin hevur eisini t.d. greinað kommunala økið og barna- og ungdómsøkið. Regin arbeiðir skjótt, og fær gjøgnumgingið stórar mongdir av dáta og tilfari uppá stutta tíð.
Regin arbeiðir meira kvalitativt enn kvantitativt, og er lesihesturin í Greina.Regin er vanur at leggja fram, at luttaka í miðlum, og at leggja øðrum lag á, at samskifta alment.
-
Tjóðhild Patursson
Tjóðhild hevur tað við tølum sum Peter Schmeichel við bóltum. Óansæð hvussu nóg tøl eru í luftini, so loftar Tjóðhild teimum øllum.
Tjóðhild er útbúgvin hagfrøðingur og sosiologur, og hevur undirvíst í hagfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Tjóðhild er óendaliga forvitin og heldur, at tað besta við at vera hagfrøðingur, er at man sleppur at ‘spæla á spæliplássinum hjá øllum hinum’ - hon hevur arbeitt bæði saman við búðskaparfrøðingum, námsfrøðingum, lívfrøðingum, søgufrøðingum og øðrum, og altíð er okkurt nýtt spennandi at læra.
Tjóðhild arbeiðir meira kvantitativt enn kvalitativt, og er talknúsarin í Greina. Tjóðhild er von at leggja fram, undirvísa og at luttaka í miðlum.
Hví velja Greina?
Við Greina veist tú at fakliga støðið er høgt.
Vit hava førleikarnar og royndirnar, ið krevjast fyri at gera dygdargóðar greiningar, og samstundis duga vit at samskifta á einum máli, ið øll skilja.
Vit tryggja okkum altíð, at tað vit siga er rætt, og at talgrundarlagið ella kvalitativa vitanin er nóg gott til tær niðurstøður, ið vit koma til.
Er grundarlagið ikki nóg sterkt, so eru vit ikki bangin fyri at siga tað, men vísa so eisini á, hvussu ein kann fáa nóg góða vitan til høldar.
Virðisgrundarlag
Tað, ið hevur størstan týdning fyri okkum í Greina er, at vit tryggja eina høga fakliga góðsku. Vit koma bara til eina niðurstøðu, um óvissan er nóg lítil og talgrundarlagið nóg stórt. Grundleggjandi ynskja vit gjøgnumskygni í okkara arbeiði, og vit arbeiða uppá ein máta, ið tryggjar, at niðurstøðurnar vísa røttu myndina – eitt nú við at vísa hvørjar óvissur eru, og við at vísa á, tá vit ikki finna samanhangir, ella samanhangirnir ikki samsvara við tí, ið vit roknaðu við.
Vit arbeiða tætt við kundum okkara fyri at tryggja, at kundarnir fáa svar uppá tað, sum teir ynskja, og hava greiðar avtalur um nær úrslitini skulu vera klár. Er talan um serliga stórar uppgávur, so verður hetta gjørt við partúrslitum, og at hava regluligt samband við kundan.
Vit arbeiða somuleiðis út frá eini fatan um, at tað er týdningarmikið at umboða øll viðkomandi sjónarmið. Sostatt gera vit í størst møguligan mun kanningar, ið liva upp til nýggjastu WCAG krøvini, soleiðis at eisini fólk, ið hava avbjóðingar við at lesa, kunnu luttaka í kanningum og t.d. brúka lesiforrit at lesa okkara niðurstøður.
Vit arbeiða samsvarandi krøvum hjá Dátueftirlitinum, og er talan um serliga viðkvæma vitan, ið kanningin kemur inn á, so taka vit eyka atlit at goyma teirri vitanina trygt. Hava kundar serlig krøv til hvussu vitanin verður goymd, so taka vit atlit fyri tí.