
Vit hava ógvuligar drúgvar royndir bæði við at undirvísa og við at samskifta í miðlunum. Ynskja tit tað, kann hetta vera partur av uppgávuni vit átaka okkum fyri tykkum.
Undirvísing og skeið
Um tað er eitt ynski um, at úrslitini av tí vit hava greinað skal brúkast meira aktivt – antin innanhýsis ella vitanin skal rótfestast aðrastaðni -, bjóða vit okkum fegin at standa fyri undirvísing ella skeiðum. Vit hava ógvuliga drúgvar royndir at undirvísa, eins væl og starvsfólk við útbúgving og skeiðum í at undirvísa. Tað ber eisini ofta væl til, at seta ítøkiligu greiningina inn í eitt breiðari høpi, og á tann hátt fáa eina djypri og betri rótfesta fatan av evninum.
Eins og tá um ræður frágreiðingar og framløgur, kunnu vit eisini bjóða okkum at undirvísa í evnum, sum vit fyrr hava greinað. Skal tað vera við støði í ítøkiligu greiningini er hetta gjørligt, um kundin, ið hevur umbiðið greiningina, gevur okkum loyvi til hetta.
Miðlaumboðan
Er talan um eina greining, ið hevur almennan áhuga – ella tit ynskja at fáa greiningina út til almenningin -, kunnu vit væl átaka okkum at fara í miðlarnar at greiða frá greiningini, og evnunum greiningin viðgerð. Vit kunnu bæði fara í miðlarnir sjálvi, og saman við tykkum, um tit ynskja tað.
Er talan um vanligar styttri samrøður gera vit hetta ókeypis, meðan eru tað longri samrøður, greinar, ella ein vinkul, ið er eitt sindur øðrvísi enn greiningin, taka vit eitt gjald fyri hetta. Er ynski at brúka tilfari í eini lýsing, kunnu vit eisini átaka okkum at vera við í tí í leiklutinum sum serfrøðingar, tó at vit so ynskja at síggja endaliga produktið og góðtaka hvussu vit verða brúkt.
Vit kunnu eisini sparra um miðlaluttøku sum heild, gera ella sparra um miðlaætlanir, og kunnu átaka okkum at samskifta við og gera avtalur við onnur um størri miðlaátøk í sambandi við greiningar.