
Óansæð hvat fyri uppgávu vit gera fyri tykkum, fáa tit altíð eina skrivliga frágreiðing og eina munnliga framløgu. Vit átaka okkum eisini at gera størri framløgur fyri t.d. limum og vakurt uppsettar prentaðar útgávur av frágreiðingini. Vit laga okkum til tykkara tørv.
Tað nyttar lítið at framleiða eina fantastiska greining, ið so bara liggur í eini skuffu. Vit gera altíð eina væl framleidda frágreiðing, ið er løtt at lesa og sett upp so ein fær eitt gott yvirlit. Uttan so at vit avtala annað, hava vit eina skjótt lisna samanumtøku, ið kemur inn á tað týdningarmesta, og síðani eina longri greining, ið fer í dýpdina við evninum.
Ein munnlig framløga er somuleiðis altíð við í prísinum. Vit átaka okkum harumframt fegin at hava aðrar framløgur – bæði almennar og innanhýsis – um evnið. Uttan so at tað er langa tíð eftir at greiningin er gjørd, ella vinkulin er ein annar ella meira umfevnandi, er tað sjáldan at hetta kostar meira enn tímataksturin at hava framløguna og eventuelt ein tími ella tveir at tilpassa tilfar til framløguna.
Um tey, ið hava bílagt kanningar, ið vit hava gjørt fyrr, geva loyvi til tað, so kunnu vit eisini bjóða okkum at halda framløgur um evni vit fyrr hava greinað. Hetta er kanska mest vanligt, um tað eru evni, ið vit hava greinað fyri t.d. áhugafeløg, fakfeløg ella í samstarvi við Fróðskaparsetrið – ella um Granskingarráðið hevur verið við at fíggja kanningina.