
Ein vanlig dataviðgerð vísir HVAT tølini siga. Men ein greining spyr HVÍ. Greiningin samantvinnar kvantitativu vitanina við kvalitativu vitanina. Við støði í vísindaligum teorium, øðrum hagtølum, bæði her heima og í útlondum, verður kanna HVÍ tølini vísa tað tey vísa. Vit hjálpa tykkum at síggja størru myndina.
Eins og navnið á fyritøkuni leggur upp til, er greining sjálv kjarnan í arbeiðinum hjá okkum. Ein uppgáva verður eyka spennandi, tá vit ikki bara verða biðin um at koma fram til hvat tølini siga, men verða biðin um at greina hví tølini siga hetta. Hetta kunnu vit gera við at samanbera við aðrar kanningar, sammeta úrslitini við tað, ið teoriin sigur tey eiga at siga, og við at knýta samrøður afturat greiningararbeiðinum.
Vit átaka okkum fegin alt frá at gera samanumtakandi greiningar, ið geva yvirlit ella eina innleiðslu til evni, til at gera djúpar greiningar, ið veruliga lýsa eitt evni út í æsir. Ynskja tit sjálvi at standa fyri antin pørtum ella øllum tí greinandi arbeiðinum, kunnu vit eisini bæði sparra og vegleiða um hvørjir bestu arbeiðshættirnir eru, eins væl og vit kunnu átaka okkum at eftirkanna úrslitið av greiningunum.
Ivast tit í júst hvat tit ynskja at greina – og hvussu umfatandi greiningin skal vera – kunnu vit væl taka eitt innleiðandi prát um hetta, og síðani t.d. senda tykkum trý ymisk tilboð, so tit síggja meira ítøkiliga bæði hvat uppgávan kostar og hvat tit fáa burturúr.