
Allar uppgávur eru ymiskar - og somuleiðis er kostnaðurin. Kostnaðurin er ymiskur alt eftir hvussu stór uppgávan er, og um tit hava tørv á datainnsavnan, dataviðgerð, greining og/ella framløgu. Send okkum ein fyrispurning, so snikka vit eitt óbindandi tilboð saman til tykkara.
Vit leggja okkum altíð eftir at veita eitt rímiligt tilboð. Vit nágreina ítøkiliga í tilboðnum hvat hvør partur av arbeiðinum kostar. Vit kunnu eisini seta saman tilboð, ið vísa hvat uppgávan kostar, alt eftir hvussu umfatandi greiningin verður, soleiðis at ein t.d. fær trý ymisk tilboð.
Afturvendandi kundar fáa altíð 10% avsláttur, eins og serliga stórar uppgávur eisini fáa ein avsláttur. Fyrstu tíðina fáa kundar eisini ein 5% avsláttur, um tey loyva okkum at leggja kanningina út á heimasíðu okkara, sum dømi um kanningar vit hava gjørt fyrr.
Er talan um at gera eina spurnarkanning, er bíligasta loysnin, um tit sjálvi hava atgongd til teldupost- ella fartelefonnummur hjá teimum, ið skulu spyrjast, og tit hava heimild til at seta seg í samband við tey. Tá kunnu vit snikka spurnarkanningina til, og tit senda kanningina til tey, ið skulu spyrjast. Hava tit ikki ein máta, at fáa kanningina út til teirra, ið skulu spyrjast, ella tað er almenningurin sum heild, ið skal spyrjast, hava vit eina samstarvsavtalu við Spyr.fo, og kunnu senda kanningina út við hjálp frá teimum.