Hava tit tølini, men eru ikki greið yvir hvat tey siga? Vit átaka okkum at viðgera data, soleiðis at fløkjasligu tølini umskapast til greiðar formar og vøkur skap. Vit duga at gera tøl løtt at skilja.

Tøl eru ikki altíð løtt at skilja. Serliga ikki um ein hevur nógv av teimum, og tíðin at seta seg ordiliga inn í tey er avmarkað. Ofta kann ein eisini ivast í, í hvønn mun ávís tøl hanga saman, ella enda við skeivum ella misvísandi niðurstøðum, tí ein ger ein fótfeil, ella hevur ov veikt talgrundarlag.

Vit kunnu bæði standa fyri dataviðgerð, og vegleiða í hvussu tit viðgera tykkara tøl. Skulu tølini reinsast, hvussu skulu tey skiljast, kann ein seta tey upp, so ein fær eitt skjótt og greitt yvirlit, hvussu eru gongdirnar og samanhangirnir í tølunum egentliga...? Alt hetta og meira við eru uppgávur, ið vit lættliga kunnu átaka okkum.

Hava tit tøl, ið tit ynskja at vit greina, so er endiliga at skriva ella ringja til okkum. Vit byrja við at meta um, hvørt ein kann fáa teirri vitanina, sum tit ynskja at fáa burturúr tølunum, og hvussu eftirfarandi niðurstøðurnar høvdu verið. Saman við teirri metingini fáa tit eitt tilboð uppá hvat hetta hevði kostað.