
Vilja tit vita, men hava ikki tølini enn? Hetta kunnu vit hjálpa tykkum við! Við støði í tykkara limalista, starvsfólkayvirliti, yvirliti yvir viðskiftafólk ella øðrum yvirliti kunnu vit savna inn tølini, sum eru neyðug fyri at svara tykkara spurningum.
Hava tit tørv á at savna vitan um eitthvørt, er hetta nakað vit kunnu hjálpa við. Vit hava góðar royndir bæði við at gera spurnarkanningar saman við kundum, at arbeiða við útgangsstøði í øðrum kanningum, so ein kann samanbera, eins og vit hava standard kanningar, ið t.d. kunnu nýtast til starvsfólka- og limakanningar. Vit hava somuleiðis royndir við at gera spurnarkanningar, sum skulu brúkast til gransking.
Hava tit sjálvi teldupostlistar – ella listar við telefonnumrum – og heimild til at seta tykkum í samband við tey, sum tit ynskja at kanna, ger hetta kanningina bíligari. Hava tit ikki tað, hava vit eina samstarvsavtalu við Spyr.fo um, at tey kunnu standa fyri datainnsavnanini fyri okkum, og vit síðani viðgera og greina svarini, ið koma inn.
Hava tit eitt evni, ið tit ynskja at veruliga greina til botns, kann tað ofta vera eitt gott hugskot, at hava eina blanding av eini spurnarkanning, og at ein hevur samrøður ella fokusbólkasamrøður við tey, sum ein ynskir at kanna. Hetta hava vit eisini ógvuliga drúgvar royndir við, og er hetta bæði ein uppgáva vit kunnu átaka okkum og vegleiða kring.